Í dag hava sponsk bjargingarfólk funnið ein bát við um 70 afrikanskum flóttum út fyri Gran Canaria.
Átta teirra vórðu funnir deyðir, meðan 62 aðrir vórðu bjargaði. Millum teirra var ein 12 ára gamal drongur, og restin var vaksnir menn.
Tríggir flóttar vóru hættisliga sjúkir, og vórðu teir fluttir á sjúkrahúsið við tyrlu.
Sambært tíðindastovuni Reuters hevði báturin rikið í atlantshavinum í eina viku, uml. 40 míl sunnanfyri Gran Canaria.
Frá januar til 30. september í ár hava umleið 13.100 flóttar leitað sær til Kanariuoyggjarnar úr Vesturafrika. Tað er meira enn tvífalt so nógvir sum sama tíðarskeið í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald