Innanlands

Átta føroyskir byggifrøðingar fingið prógv á Glasi

Mikukvøldið skrivaði Glasir søgu, tá átta byggifrøðingarnir fingu prógv. Hesir eru teir fyrstu, sum hava tikið alla útbúgvingina í Føroyum

Ásmundur Hansen, Bogi Kajsten Thomassen, Magnus Múller, Petur Asbjørn Lervig,
Andreas Hallsson Troest, Jóannes Hansen, Bárður Funn Egilsnes, Pætur Jóhannusarson (Mynd: Glasir)

Ásmundur Hansen, Bogi Kajsten Thomassen, Magnus Múller, Petur Asbjørn Lervig, Andreas Hallsson Troest, Jóannes Hansen, Bárður Funn Egilsnes, Pætur Jóhannusarson (Mynd: Glasir)

2022-01-30 14:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið skrivaði Glasir søgu, tá átta byggifrøðingarnir fingu prógv. Hesir eru teir fyrstu, sum hava tikið alla útbúgvingina í Føroyum.

Talan er um eina professiónsbachelorútbúgving, sum tekur hálvt fjórða ár, sum er ein av seks fulltíðarútbúgvingum á Glasi.

Seinast í 80unum, byrjaði Tekniski skúli í Havn við fyrsta byggiteknikaraflokkinum. Hendan útbúgvingin svaraði til fyrsta part av byggifrøðiútbúgvingini. Restin av útbúgvingini mátti takast í Danmark. Síðani tá, hevur dreymurin verið, at útbúgva byggifrøðingar í Føroyum, serliga tí at Føroyar hava sín egna byggisið og byggisøgu, har lendi, tilfar og stílur ofta er øðrvísi enn í Danmark.

Í 2018 kom samstarvsavtalu í lag við VIA University í Horsens, so Glasir, undir hattinum á Mentamálaráðnum, kundi bjóða út føroyska byggifrøðiútbúgving. Frammanundan tóku lesandi í fyrstu 1,5 árini í Føroyum, meðan eitt ár skuldi takast í Horsens. Seinasta árið, sum var praktikk og bachelorverkætlan, kundi takast í Føroyum, men talan var um eina danska byggifrøðiútbúgving, tikin í Horsens.

Men tá Glasir tók upp lesandi á sumri 2018, fingu hesir at vita, at nú bleiv útbúgvingin føroysk. Hetta helt, og hesir eru nú vorðnir føroyskir byggifrøðingar, skrivar Glasir í tíðindaskrivi.

Teir nýklaktu byggifrøðingarnir eru átta í tali, men vøkstur er komin í útbúgvingina, tí fyri einum ári síðani, tók Glasir upp nýggjan flokk, har omanfyri 40 søktu. 30 byrjaðu, og flestu teirra eru í gongd, nú annað semestur júst er ligið, skrivar Glasir.

Tá prógvhandan var í vikuni, helt rektarin, Steinbjørn Hardlei røðu fyri nýklaktu byggifrøðingunum. Harafturat var forvitnislig røða, har Egon Øregaard, fyrrverandi skúlastjórin á tekniska skúla, og Arne Clementsen, fyrrverandi undirvísari, hugleiddu um tíðina sum er farin innan økið. At enda sluppu umboð fyri próvtakarar og undirvísarar framat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder