2020-12-28 09:53

Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan fingið átta fráboðanir um stormskaðar.
Fyrsta fráboðanin kom klokkan níggju í gjárkvøldið, og tann seinasta klokkan hálgum tvey í nátt.
Fráboðanirnar eru m.a. komnar úr Havn, úr Vági, Oyrabakka og Hvannasundi.
Talan hevur tó ikki verið um nakrar álvarsamar skaðar men um smærri skaðar á hegn, takplátur, neyst og smálutir, sigur vakthavandi á politistøðini.
Illveðrið heldir fram í dag og er Strandferðslan eisini nógv ávirkað av hesum.
Les eisini: Veðrið ávirkar Strandferðsluna í morgun
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald