Í Klaksvík eru tey í ferð við at gera umfatandi arbeiði á Stangavegin, og hetta hevur við sær, at broytingar verða í ferðsluni.
Men tað eru ikki øll, sum virða ferðslubroytingarnar.
Í gjárkvøldið var løgreglan á Stangavegnum og kannaði ferðsluna, og har vórðu fleiri bilførarar tiknir, sum koyrdu ímóti einsrættaðu ferðsluni.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at átta bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri hetta.
Tað var fyrr í vikuni, at Klaksvíkar kommuna boðaði frá broytingum í ferðsluni.
Arbeiðið fer at taka nakrar vikur, og meðan arbeitt verður, verður ferðslan umskipað soleiðis: Stangavegur verður einsrættaður suðureftir, Kráargøta og Kjalarvegur verða einsrættaðir norðeftir, og Heygavegur og Garðavegur verða einsrættaðir suðureftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald