Innanlands

Átta klipp í Saltangará

Hósmorgunin hevði løgreglan eitt málrættað átak í Saltangará, har átta bilførarar fingu klipp, ein fekk bót, og aðrir fingu átalu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-05 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósmorgunin millum klokkan hálvgum átta og níggju hevði løgreglan eitt málrættað átak í Saltangará, og har vórðu ikki færri enn átta bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn fingu sjey bilførarar klipp fyri at snara til vinstru í einari rundkoyring, og ein fekk klipp fyri at hava eitt barn undir 15 ár uttan trygdarbelti.

Ein bilførari fekk eisini bót fyri ikki at hava reinsað rútarnar, og onkur fekk átalu fyri ikki at hava reinsað kavan av lyktunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder