Innanlands

Átta manereraðust við telefon undir akstri

Hóast tað ikki er loyvt at brúka telefon meðan ein koyrir bil, vóru átta sum í gjár fingu bót fyri hetta

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-30 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan var í gjár á vegunum í Eysturoynni og kannaðu um fólk brúktu telefon undir akstri.

Hetta kann vera at tey tosa í hondhildnari telefon, men kann eisini vera at tey senda tekstboð ella eru á netinum og reika, meðan tey koyra bil. Tað er ikki loyvt, og gevur 1000 krónur í bót.

Hesa løtuna fyrrapartin í gjár, vóru átta fólk tikin fyri at brúka telefon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder