Innanlands

Átta nýggir handverkarar hjá Articon

Allir halda fram í starvinum hjá fyritøkuni

2021-05-04 08:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrapartin í gjár var samkoma hjá byggifyritøkuni Articon á Hjalla, tá ið átta menn fingu sveinabrævið og nú eru handverkarar.

Teir átta eru:
Tonni á Krákusteini (múrari)
Jens Kristjan Magnussen (verklagsstruktør)
Christian Vilhelm Jacobsen og Dánial Rógvi Johannesen (byggistruktør)
Áron Sørensen, Andrias Dahl Joensen, Jákup Bjarnason Jacobsen og Høgni Joensen (timburmaður)

Á samkomuni bar Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, teimum nýggju handverkarunum eina heilsan.

Allir halda áfram í starvinum hjá Articon, skrivar fyritøkan á heimasíðu síni.  

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder