Átta nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.
Sjey av teimum smittaðu eru partur av kendari smittuketu, men ikki er greitt hvussu tann eini persónurin er blivin smittaður. Fimm av teimum smittaðu hava ikki verið sóttarhaldi, skrivar corona.fo.
Talið á smittaðum minkar kortini, tí tíggju persónar eru eisini staðfestir frískir aftur seinasta samdøgrið, og sostatt eru 43 persónar smittaðir við koronu í løtuni.
1.121 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 280.872 kanningar í Føroyum.
Tilsamans 731 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 687 persónar eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald