Uttanlands

Átta stríðsfólk fingið fongsulsrevsing í Hong Kong

Í dag fingu átta fólk upp í 14 mánaðar langa fongsulsrevsing fyri at fyriskipa og luttaka í minningarhaldi til minnis um tey, sum lótu lív á Himmalfriðar-torginum í Beijing í juni 1989

Her sæst ríkmaðurin Jimmy Lai, sum fekk 13 mánaðir í farnu viku, á veg inn í rættin í september 2020 (Mynd: Reuters)

Her sæst ríkmaðurin Jimmy Lai, sum fekk 13 mánaðir í farnu viku, á veg inn í rættin í september 2020 (Mynd: Reuters)

2021-12-13 13:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag vórðu átta stríðsfólk í Hong Kong dømd upp í 14 mánaðar fongsulsrevsing fyri at fyriskipa og luttaka í einum minningarhaldi til minnis um tey, sum lótu lív í sambandi við mótmælinum á Himmalfriðar-torginum 4. juni í 1989.

Minningarhaldið varð fyriskipað í juni 2020. Talan er um eitt afturvendandi tiltak, men seinastu tvey árini eru loyvi ikki givin til at skipa fyri minningarhaldinum. Løgreglan í Hong Kong sigur orsøkina vera korona, men fleiri vilja vera við, at hetta bert er ein umbering fyri at forða fólki í at markera dagin. Hesum hevur stýrið í Hong Kong tó víst aftur, skrivar Reuters.

Síðan nýggja, umstrídda trygdarlógin kom í gildi í Hong Kong í fjør, eru stríðsfólk í hópatali vorðin handtikin og dømd fyri at hava luttikið í mótmælum.

Millum teirra, sum longu sita inni, er 74 ára gamli ríkmaðurin Jimmy Lai, sum átti miðilin Daily Apple, og hevur verið ein av størstu kritikarunum hjá myndugleikunum í Hong Kong. Í apríl fekk hann 14 mánaðir, og hósdagin fekk hann 13 mánaðir afturat. Í hesum sambandi fingu tvey onnur stríðsfólk eisini ávikavíst 12 og seks mánaðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder