2021-09-23 14:05

Í gjár vóru átta nýggir koronutilburðir staðfestir. Tað skrivar corona.fo fyri løtu síðani.
- Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum. Í fýra førum er smittukeldan kend, í hinum fýra førunum er smittukeldan ikki kend.
Nógvar kanningar vórðu gjørdar - 1.200 av slagnum - og harvið var positivprosenti ikki heilt óvanliga høgt.
Fimm fólk vórðu staðfest "ikki-smittað" aftur í gjár, so í løtuni eru 46 smittað við koronu í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald