Innanlands

Átta tilburðir í gjár

Í løtuni eru 112 persónar staðfestir smittaðir við koronu í Føroyum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-19 13:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu átta nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein persónur fekk staðfest smittuna við kanning við komu til Føroyar, tveir persónar við kanningini á fjórða degi eftir komu til Føroyar, og hinir tilburðirnir kunnu allir setast í samband við kendar smittuketur, skrivar corona.fo.

Tilsamans eru 933 tilburðir staðfestir í Føroyum, og 820 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna eru staðfest frísk aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru 112 persónar í løtuni smittaðir við koronu í Føroyum. 

597 persónar eru í sóttarhaldi, og ein persónur er innlagdur.

1.548 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 348.522 kanningar í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder