2021-10-11 14:32

Í gjár vóru átta nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Allir persónar eru smittaðir í Føroyum. Í sjey førum eru smittukeldurnar kendar, og í einum føri er smittukeldan ikki kend, skrivar corona.fo.
797 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru 114 smittað í Føroyum, og ein persónur er innlagdur. 214 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald