Innanlands

Átta tilburðir staðfestir í gjár

Tvey vórðu kannað positiv við komu til Føroya, og ein við 4. dags kanning. Hini fimm eru smittað í Føroyum

2021-07-09 15:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Átta nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa tølini hjá landslæknanum.

Tvey vórðu kannað positiv við komu til Føroya, og ein við 4. dags kanning. Hini fimm eru smittað í Føroyum. Í fýra førum er talan um kenda smittukeldu, og í eina førinum er smittukeldan ókend.

2103 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið.

Tveir persónar vóru staðfestir frískir aftur í gjár eftir at hava fingið staðfest covid-19, og nú eru sostatt 54 sum í løtuni eru positiv við koronu í Føroyum.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder