Uttanlands

Átta valevni eftir í valstríðnum

Tað eydnaðist ikki fyrrverandi heilsumálaráðharranum Sajid Javid, samferðslumálaráðharranum Grant Shapps, og Rehman Chishti, vararáðharri í uttanríksimálaráðnum at tryggja sær stuðul til at sleppa víðari til næsta valumfarið – Nú eru átta eftir, sum skulu kappast um at yvirtaka plássið hjá Boris Johnson

Bretski uttanríkismálaráðharrin Liz Truss er ein av favorittunum í valstríðnum um formanssessin í konservativa flokkinum (Mynd: EPA)

Bretski uttanríkismálaráðharrin Liz Truss er ein av favorittunum í valstríðnum um formanssessin í konservativa flokkinum (Mynd: EPA)

2022-07-13 07:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

11 valevni bjóðaðu seg fram at gerast eftirmaður hjá Boris Johnson sum formaður í konservativa flokkinum og forsætisráðharri í Stórabretlandi, men í gjárkvøldið gjørdust tey 11 til átta.

Fyri at fara víðari í tilgongdini var neyðugt hjá valevnunum at tryggja sær stuðul frá í minsta lagi 20 konservativum tjóðartingslimum áðrenn klokkan 18 í gjár. Tað eydnaðist ikki fyrrverandi heilsumálaráðharranum Sajid Javid, samferðslumálaráðharranum Grant Shapps, og Rehman Chishti, ið gjørdist vararáðharri í uttanríkismálaráðnum, eftir at fleiri ráðharrar høvdu lagt frá sær fyrst í juli.

Í dag skulu so allir teir 358 konservativu tjóðartingslimirnir atkvøða um, hvønn teir helst vilja hava sum nýggjan formann. Tey valevnini, sum fáa í minsta lagi 30 atkvøður fara víðari til næsta umfar, og atkvøða tjóðartingslimirnir, til bert tvey valevni standa eftir. Í september skal so endaliga avgerast, hvør verður eftirmaður hjá Boris Johnson, skrivar DR.

Tey átta, sum eru eftir í valstríðnum, eru: Rishi Sunak, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri; Penny Mordaunt, handilsmálaráðharri; Tom Tugendhat, formaður fyri uttanríkisnevndina í tjóðartinginum; Liz Truss, uttanríkismálaráðharri; Kemi Badenoch, fyrrverandi ráðharri í javnstøðumálum; Jeremy Hunt, fyrrverandi heilsumálaráðharri og fyrrverandi uttanríkismálaráðharri; Suella Braverman, ríkisákæri fyri Ongland og Wales; og Nadhim Zahawi, fíggjarmálaráðharri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder