Innanlands

Átta vilja vera rektari á Setrinum

Miðað verður eftir at nýggi rektarin kann byrja á nýggjárinum

2022-10-13 07:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Átta fólk hava søkt um at blíva rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Tá freistin at søkja rektarastarvið var úti fríggjadagin 7. oktober, vóru átta umsóknir komnar. Tær eru úr Føroyum, Norðurlondum og eisini longri úti úr heimi.

Í setanarbólkinum, sum nú skal viðgera umsóknirnar, sita umboð fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum, fólk frá uttanhýsis samstarvsstovnum og stýrislimur fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Setanarbólkurin metir, at grundarlagið at arbeiða víðari er gott við hesum átta umsóknunum.

Miðað verður eftir, at nýggi rektarin kann byrja í starvinum á Fróðskaparsetri Føroya 1. januar ella fyrr, um tað ber til. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder