Uttanlands

Átti fyrst ein son og so tvíburar ein mánað seinni

Ein kvinna í Bangladesj varð fødd við tveimum lívmøðrum

Mynd: CNN

Mynd: CNN

2019-03-31 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar átti 20 ára gamla Arifa Sultana í Bangladesj sítt fyrst barn, ein son, men longu 22. mars endaði hon aftur á sjúkrahúsinum við nógvari pínu, og tá vísti tað seg, at hon skuldi eiga tvíburar.

Arifa Sultana er nevniliga fødd við tveimum lívmøðrum, nakað sum er øgiliga sjáldsamt, skrivar CNN.

Sambært lækna á sjúkrahúsinum, har Arifa Sultana átti øll trý børnini, vistu tey av ongum, av tí at hon ikki hevði fingið ultraljóðskanning í sambandi við fyrsta barnsburðin.

Tvíburarnir - ein drongur og ein genta, vórðu føddir við keisaraskurði.

Mamman og øll børnini hava tað gott.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder