Størsti býurin í Nýsælandi, Auckland hevur meira ella minni verið afturlatin seinastu tríggjar mánaðirnar, men nú linka myndugleikarnir eina røð av tiltøkum fyri býin.
Hetta merkir, at handlar, sølumiðstøðir, søvn og djóragarðar aftur kunnu lata upp mikudagin, umframt at tað verður loyvt at savnast upp til 25 fólk, so leingi talan er um uttanduratiltøk, skrivar DR.
Jacinda Ardern, forsætisráðharri í Nýsælandi, sigur, at tey í Auckland hevur arbeitt hart fyri at fáa fleri koppsett, og hava tey tí uppiborið at lata upp, uttan mun til, hvat hendir í restina av landinum.
90 prosent av teimum í Auckland, sum kunnu koppsetast, hava fingið fyrru koppsetingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald