Frákoyrdi leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, hevur í morgun fingið fimm ára fongsulsrevsing, eftir at rætturin hevur funnið hana seka í mutur.
Tilsamans 11 ákærur um mutur eru reistar ímóti henni, og er hon ákærd fyri í minsta lagi 18 lógarbrot, sum kann geva henni nærum 190 ára fongsulsrevsing tilsamans, um hon verður funnin sek í øllum.
Ein kelda sigur við tíðindastovuna Reuters, at dómarin onga grundgeving gav til avgerðina.
Suu Kyi, sum noktar seg seka, er ikki nøgd við dómin, og ætlar hon sær at kæra.
76 ára gamla Aung San Suu Kyi stóð á odda fyri Myanmar í fimm ár, áðrenn hon undir einum hernaðarkvetti 1. februar í 2021 varð koyrd frá.
Síðan Suu Kyi varð handtikin hevur hon verið í varðhaldi á einum óupplýstum staði, og hernaðarovastin, Min Aung Hlaing hevur áður sagt, at hon kundi vera verandi har, eftir at hon í vetur fekk seks ára fongsulsrevsing fyri onnur lógarbrot. Tað er tó ógreitt, um hon skal sita nýggja dómin í einum fongsli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald