Uttanlands

Aung San Suu Kyi náðað

Frákoyrdi leiðarin í Myanmar er náðað í fleiri málum – Hetta merkir tó ikki, at hon verður leyslatin, men at hennara fongsulsrevsing verður stytt

Aung San Suu Kyi (Mynd: EPA)

Aung San Suu Kyi (Mynd: EPA)

2023-08-01 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frákoyrdi leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, sum varð handtikin í sambandi við hernaðarkvettið í 2021, er blivin náðað – í øllum førum í summum av málunum, sum hon er ákærd í.

Suu Kyi er ein av yvir 7.000 fangum, sum verða náðaðir av hernaðarstýrinum í landinum fyri at markera ein buddhistiskan halgidag.

Hetta merkir tó ikki, at frákoyrdi leiðarin verður leyslatin, upplýsir dulnevnd kelda sambært fleiri tíðindastovum. Hon er bert náðað fyri fimm av 19 lógarbrotum, sum hon hevur fingið 33 ára fongsulsrevsing fyri, men hetta merkir, at samlaða fongsulsrevsingin minkar við seks árum.

78 ára gamla Suu Kyi er m.a. dømd fyri at royna at ávirka valnevndina í landinum og fyri at bróta koronuavmarkingar. Sjálv hevur hon noktað seg seka í øllum ákørum.

Grundgevingin hjá herinum fyri at fremja kvettið í Myanmar fyrst í 2021 hevur verið, at valsvik varð framt í sambandi við seinasta val í 2020. Tá gjørdist tað ein stórur sigur hjá flokkinum hjá Suu Kyi, National League for Democracy, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk nøkur fá prosent av atkvøðunum.

Sambært altjóða eygleiðarum gekk valið tó fyri seg á rættvísan hátt, men herurin vil vera við, at har vóru nógv dømi um valsvik, og ógildaði hann tí valúrslitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder