Ein frálík songkvinna kemur at framføra saman við The Antonelli Orchestra á Okkara Voxbotn 20/21, sum verður vikuskiftið 20. og 21. august í Havn. Hesaferð er talan um dugnaligu Aura Dione.
Set kross í kalendaran fríggjadagin 20. august, tí tá verður frálík framførsla í Vágsbotni í Havn. Aura Dione er donsk songkvinna, sum í fleiri ár hevur hugtikið við síni inniligu rødd. Hon gjørdist kend í Danmark, tá hon í 2001 luttók í sjónvarpsrøðini “Popstars”, og eftir hetta byrjaði hon at geva út egnan tónleik. Í 2011 fekk hon sítt gjøgnumbrot, tá hon lat fløguna “Before The Dinosaurs” frá sær. Lagið “Geronimo” feyk upp á popptindarnar í Evropa, og hon er fyrsti danin, sum nakrantíð er komin beinleiðis inn á 1. plássið á týskum hittlistum. Aura Dione hevur tvær reisur vunnið “Danish Music Awards” heiðurslønir.
Framúr væl framfødur tónleikur
Hon kemur til Føroya at framføra við The Antonelli Orchestra, sum vit kenna úr donskum sjónvarpssendingum sum “Vild med dans” og “Toppen af poppen”. Eyðkenni við The Antonelli Orchestra er, at tey taka tónlistarliga uppgávur á seg, sum ongin annar torir at fara í holtur við. Sama um tey skulu framføra sambatónleik ella feskan popptónleik, verður uppgávan loyst til UG.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald