Innanlands

Autismufelagið fingið nýggja nevnd

Jónrit Halling heldur fram sum forkvinna, meðan Djóni á Boðanesi er nýggjur næstformaður

(Mynd: Autismufelagið)

(Mynd: Autismufelagið)

2022-05-13 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 26. mars var árligi aðalfundurin hjá Autismufelagnum.

Forkvinnan legði ársfrágreiðing felagsins fram, ið útgreinar, hvat nevndin hevur arbeitt við seinasta árið, og tað vóru serliga hesi øki, sum vórðu viðgjørd:

  • Autismufelagið – nú á fíggjarlógini
  • ADHD-/Autismuvegleiðingin
  • Tann góða tilgongdin
  • Heimaráðgevingin - Almannaverkið
  • Sernám og Barna- og ungdómspsykiatriin
  • Hagtøl
  • Psykiatriski depilin (vaksnamannapsykiatriin)
  • Bú- og umlættingarstovnur
  • Autismuflokkurin á Glasi

Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, og at umboða tey við autismu í almenna rúminum.

Felagið virkar fyri, at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, soleiðis at tilveran hjá teimum við autismu kann gerast góð og trygg.

Eisini er týdningarmikið hjá felagnum at skapa samband millum fólki við autismu og millum teirra avvarðandi.

Nevndin skipað

Á nevndarfundi 9. mai skipaði nevndin í Autismufelagnum seg.

Greitt er, at Jónrit Halling, forkvinna, heldur fram, meðan Djóni á Boðanesi er nýggjur næstformaður.

Nevndin sær nú soleiðis út:

  • Forkvinna: Jónrit Halling
  • Næstformaður: Djóni á Boðanesi
  • Skrivari: Beinta Tórsdóttir Johannessen
  • Kassameistari: Randi Durhuus
  • Nevndarlimur: Gyða Johansen
  • Nevndarlimur: Malan Wacher
  • Nevndarlimur: Elsbeth Joensen
  • Tiltakslimur er Bartal Højgaard

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder