Á aðalfundinum var einmælt avgjørt, at Autismufelagið strikar seg sum lim í danska felagnum Landsforeningen Autisme. Autismufelagið verður hereftir eitt sjálvstøðugt føroyskt felag.
Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann gerast við at fara inn á heimasíðuna autisma.fo og velja Gerst limur Eisini ber til at skriva til felagið ella ringja til felagið tlf 509031 og fáa vegleiðing og hjálp.
Árliga limagjaldið er sett til 200 kr. fyri hvønn.
Á fundi 15. juni skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Jónrit Halling
Næstforkvinna: Heidi Aagaard
Skrivari: Jørmund Foldbo
Kassameistari: Randi Durhuus
Nevndarlimur: Durita Bjellvåg
Tiltakslimir eru Malan Wacher og Elsbeth Joensen
Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, at vera almenna røddin fyri fólk við autismu, at virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg, at fylgja við vitan innan autismuøkið og at skapa samband millum fólk við autismu og teirra avvarandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald