Innanlands

Auto hækkar prísirnar

Prísurin at koyra um vikuskiftið hækkar 1. juni, og í heyst verður eisini dýrari at koyra gerandisdagar

2021-05-26 11:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Pf. Auto, sum er annað av stóru hýruvognsfeløgunum í Havn hevur nú gjørt av at hækka prísin fyri túrarnar.

Seinast prísirnir vórðu hækkaðir var í 2015, og síðan tá er vorðið dýrari at liva og virka í samfelagnum, og tí hevur Pf. Auto avgjørt at hækka prísin, boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Prísirnir hækka í tveimum umførum; eftir 1. juni hækkar prísurin at koyra um vikuskiftið, og 1. september hækkar prísurin eisini gerandisdagar. Hetta rakar bæði privat- og vinnukundar, tí allir prísir felagsins verða broyttir samsvarandi.

- Pf. Auto leggur stóran dent á trygdina og umhvørvið, og tað er eingin loyna, at tað er kostnaðarmikið at hava nýggjar og tryggar bilar. Árið í fjør varð eisini tungt, tí korona farsóttin fór illa við hýruvognsvinnuni, skrivar felagið.

Nevndin í felagnum heldur tí, at tað er ráðiligt at hækka prísirnar í næstum. Bíligasti takstur verður nú 100 krónur gerandisdagar, 110 krónur um náttina og 120 krónur um vikuskiftið.

Prístalvan verður somuleiðis einfaldari, har ein tíðarsona fellur burtur, so tað vera ein dagtakstur og ein náttartakstur. Gerandisdagar er dagtaksturin frá kl. 06 til á midnátt og um vikuskiftið frá kl. 08 til á midnátt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder