Innanlands

Auto Service beint oman fyri milliónina

Úrslitið er helvtina minni enn í 2020

(Mynd: Auto Service)

(Mynd: Auto Service)

2022-07-27 08:02 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

P/F Auto Service er ein partur av samtakinum, sum eisini eigur Reyni-Service P/F. 

Auto Service selur bilmerkini, Nissan, Opel, Peugeot og Citroen. Autoservice heldur til Undir Krákugjógv 19 í Havn.

Roknskapurin fyri 2021 vísir, at brottovinningurin fall úr 20 mió.kr. í 2020 til 17,6 mió.kr. í 2021. Tað er ein minking á 12,4 prosent.

Úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebidta, var í 2021 3 mió.kr., sammett við 4,4 mió.kr. í 2020, sum er ein minking í ebidta á 33 prosent.

[object Object]

Ársúrslitið fyri 2021 var eitt avlop upp á 1,1 mió.kr., sum er helvtina minni enn í 2020, tá ið ársúrslitið var 2,3 mió.kr.

Aðalfundurin samtykti at luta 0,5 mió.kr. út til eigaran sum vinningsbýti.

Fíggjarjavnin hjá Auto Service í 2021 var 84,6 mió.kr., sum er júst sama støði sum í 2021.

Støðisognin í 2021 vóru 44,9 mió.kr og ognir í umferð í 2021 vóru 39,6 mió.kr.

Auto Service hevði í 2021 ein eginpening á 29,6 mió.kr. Trygdarevnið er 35 prosent, sum verður mett at verða rímuliga gott.

Felagið hevði í 2021 eina langfreistaða skuld á 8,3 mió.kr., sammett við 11 mió.kr. í 2020. Stuttfreistaða skuldin er hinvegin vaksin úr 32,4 mió.kr. í 2020 til 36,3 mió.kr. í 2021.

Samanumtikið er talan um eitt vánaligari ár hjá Auto Service enn undanfarna árið og er eisini væl lægri enn rímuliga góðu úrslitini hjá felagnum árini 2015-2018. 

Stjóri í Auto Service Sp/f er Pól Jákup Poulsen. Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen.

Eigari av Auto Service P/F er felagið RS47 P/F, sum Sámal av Reyni eigur.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder