Innanlands

Auvergne á Havnina týsmorgunin

Týsmorgunin leggur fregattin Auvergne hjá fronsku verjuni at í Havn

2025-03-17 07:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fregattin Auvergne hjá fronsku verjuni leggur leiðina til Føroya í hesum døgum og leggur at í Havn týsmorgunin, 18. mars kl. 9.00.

Auvergne er systurskip hjá Aquitaine, sum var í Føroyum í nakrar dagar í september, og hjá Bretagne, sum lá við kai í Havn í nakrar tímar í mai í 2021.

Hesi skip eru herskip, sum kunnu nýtast til ymisk endamál, sokallað Frégate Scouteur (FS). Tey seks systurskipini, sum eru bygd í hasum Aquitaine-klassanum, eita: Aquitaine, Provence, Languedoc, Auvergne, Bretagne og Normandie. Tey eru bygd í tíðarskeiðnum 2010-2020 á skipasmiðjuni hjá Naval Group í Lorient. Verkætlanin æt Frégate européenne multi-missions / FREMM.

Auvergne er 6000 tons, 142 metrar langt, 19,8 metrar breitt og hevur heimstað í Brest.

Meðan Auvergne liggur á Havnini verður vitjað hjá ymsum myndugleikum, eins og umboð fyri somu verða boðin umborð. Møguligt verður hjá almenninginum at vitja umborð fríggjadagin 21. mars í trimum umførum: Kl. 09.00-10.00, Kl. 10.00-11.00, og Kl. 11.00-12.00æ.

Neyðugt er at boða frá og skráseta seg við at ringja ella skriva til tel. +298 211057 áðrenn hósdagin 20/3 kl.10.

Franska konsulátið í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder