Mentan

Av tilvild, at Samuelsons komu til Føroya

Svágurin, Halleluja Sofus, fann telefonnummarið á plátuhúsanum

Victor Carlsen

Victor Carlsen

2024-03-22 10:00 Author image
Jákup Bech Jensen
placeholder

Í apríl kemur Jard Samuelson aftur til Føroya at hava konsert, 50 ár eftir at byrjað varð at planleggja fyrstu ferðina hjá honum og brøðrum hansara til Føroya.

Jard er tann yngsti av teimum fýra Samuelson brøðrunum, sum vóru í Føroyum fimm ferðir í 70unum og 80unum.

Undangongumaðurin Victor Carlsen

- Eg veit ikki, hvaðan eg fekk fyrstu plátuna av Samuelsons, men mær dámdi sang og tónleik teirra sera væl, sigur Victor.

Ein dagin, tá hann og svágurin Sofus Hansen (Halleluja Sofus) lurtaðu eftir plátuni, fóru teir at snakka um, at tað hevði verið stuttligt at fingið Samuelsons til Føroya. Hetta var akkurát tónleikur, sum føroyingum hevði dámt.

- Ring til Uppsala!

Sofus hevði plátuhúsan í hondini, og sigur knappliga, at har er eitt telefonnummar í Uppsala. Sofus helt, at Victor átti at ringt og roynt at fingið avtalu í lag um at fáa Samuelsons til Føroya.

Victor ringir, og tað eydnast honum at fáa avtalu um at møtast í Stokkhólmi. Tað passaði væl, tí Victor skuldi til Danmark við kórinum í Filadelfia við Landavegin í Havn. So túrurin til Stokkhólm gjørdist eitt framhald av túrinum til Danmarkar.

Fáa avtalu í lag

Rolf Samuelson, sum var tann elsti av Samuelson brøðrunum, tók ímóti Victori á flogvøllinum. Victor merkti við tað sama, hvussu vinaligur og jaligur Rolf var. Hann vísti Victor teirra nýggju skrivstovu, og skjótt var avtalan komin uppá pláss. So var at fáa øll praktisk viðurskifti uppá pláss.

Victor fekk leigað Høllina á Hálsi. Tað var skjótt fingið upp á pláss, men avbjóðing var, at tað vóru eingir stólar í ítróttahøllini. So Victor mátti runt alla Havnina at lána stólar.

Hann fekk fylt høllina við stólum og tað var gott, tí tá ið konsertin byrjaði, var ikki ein tómur stólur.

Jard Samuelson aftur til Føroyar

Jard hevur konsert í Føroyum 20. apríl kl. 20 í Lívdini í Hoyvík. Hendan konsertin er við Jard, konuni Carinu og soninum Magnus.

Victor gleðist um, at yngri kreftir hava fingið hesa konsert í lag, og á tann hátt bera kyndilin víðari. Eisini er hann glaður um, at næsta Samuelson ættarliðið er við á ferðini. Magnus, sonur Jard, er elektrikari og hevur egna fyritøku. Men hann gleðist um møguleikan at koma til Føroya, sum pápi hansara hevur sagt honum so nógv um.

Les eisini: Jard Samuelson kemur aftur til Føroya

Halleluja Sofus hitar upp

Tað var Halleluja Sofus, sum fyri 50 árum síðani fekk Victor at ringja til Samuelsons.

Nú Jard og familjan vitja aftur, fær Sofus ein heldur øðrvísi leiklut. Sofus skal á pallin at hita upp. Jard er sera fegin um, at eingin minni enn Sofus skal byrja kvøldið, við síni serstøku rødd.

Tað er Praise Him, sum skipar fyri konsertini, sum verður 20 apríl kl. 20.00 í Lívdini í Hoyvík.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder