2021-03-21 09:04
Í Íslandi eru bæði granskarar og vanlig forvitin farin at nærkast gosinum, sum byrjaði fríggjakvøldið á Reykjanesi.
Løgreglan í Íslandi heitir nú á fólk um at vísa skynsemi og ikki fara ov nær gossprungunum, tí hvørki løgregla ella bjargingartænasta kann veita vissu fyri trygdini.
Gosið er so mikið nær Reykjavík, at glæman frá bræðingini sæst úr høvuðsstaðnum.
RUV skrivar at fleiri hundrað forvitin fólk høvdu leita sær til Geldingadal nærhendis Fagradalsfjall í gjár, og fleiri teirra ikki vóru útgjørd til at vera so nær einum gosi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald