2021-01-25 16:18

Hált er nógvastaðni í kalda veðrinum í dag. Fyrr í dag, um hálvgun fýra tíðina fekk løgreglan boð um, at ferðsluproppur var íkomin á Gøtueiði orsaka av at bilar stóðu fastir í hálkuni.
Tá løgreglan kom á staðið koyrdi ferðslan aftur uttan trupulleikar, hetta tí Landsverk hevði verið og salta á vegastrekkinum.
- Í løtuni er væl koyrandi um Gøtueiðið, men tað er kald í dag, so tak kann skjótt frysta og gerast hált aftur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Á heimasíðuni hjá Landsverk verður eisini ávarað um, at roknast kann við hálku á flestu vegastrekkjum í Streymoy, Eysturoy og Norðoyggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald