USA og Stórabretland ávara í dag borgarar teirra í afghanska høvuðsstaðnum Kabul um at halda seg burtur frá gistingarhúsum í býnum. Serliga verður ávarað ímóti gistingarhúsinum Kabul Serena Hotel í miðbýnum, ið er tað kendasta marglætisgistingarhúsið í Kabul.
Amerikanska uttanríkismálaráðið skrivar m.a. soleiðis:
– Amerikanskir ríkisborgarar, sum eru staddir á ella nærindis Serena Hotel eiga at fara frá økinum alt fyri eitt.
Víst verður til "trygdarhóttanir" í økinum.
Bretska uttanríkismálaráðið hevur eisini dagført áheitanina um ikki at ferðast til Afghanistan.
– Orsakað av økta vandanum verður mælt til ikki at búgva á gistingarhúsum, serliga ikki í Kabul (herundir Serena Hotel).
Áðrenn Taliban tók valdið í Afghanistan var Serena Hotel sera vælumtókt millum útlendsk ferðafólk.
Tvær ferðir áður hevur Serena Hotel verið mál fyri yvirgangsálopum.
Ávaringarnar hjá USA og Stórabretlandi koma í kjalarvørrinum á einum bumbuálopi móti einari mosku í norðurafghanska býnum Kunduz fríggjadagin.
Islamiski Statur hevur tikið ábyrgdina fyri sjálvmorðsálopið, sum varð framt undir fríggjadagsbønini.
Talan er um mest blóðuga álopið síðan amerikanski herurin fór úr Afghanistan í august. Afghanska tíðindastovan Bakhtar upplýsti fríggjadagin, at í minsta lagi 46 persónar høvdu latið lív, meðan 143 vórðu særd.
Moskan í Kunduz varð brúkt av shiamuslimum, sum eru ein minniluti í Afghanistan, har meirilutin er sunnimuslimar, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald