2022-01-08 09:51

Nú verður ávarað um eitt ávíst slag av kostískoyti, sum kann keypast á netinum.
Talan er um kostískoytini SupportMax Neuro, SupportMax Neuro PM, og AM Priming. Vørurnar kunnu keypast á heimasíðuni supreme-supps.dk.
Orsøkin til ávaringina er, at kostískoytið hevur evni, sum kann skaða skjaldkertilin, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Kostískoytini innihalda evnið Withania somnifera, eisini nevnt Ashwagandha.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á borgarar, sum eiga hesa vørur, um at beina tær burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald