Innanlands

Ávara um tallerkar, sum kunnu geva melamin frá sær

Tallerkarnir, sum eru seldir í Bilka og Føtex í Danmark seinasta árið, verða nú afturkallaðir

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

2022-03-12 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koopman International afturkallar nú tallerkar við sitrónmotivum, tí vandi er fyri at teir lata og høgar nøgdir av kemiska evninum melamin frá sær.

Vøran er seld í Føtex og Bilka-handlum í Danmark síðan mars í fjør, og tí er møguligt, at henda vøra kann vera í Føroyum eisini, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Vørur, ið lata frá sær melamin yvir markvirði, eiga ikki at koma í samband við matvørur. Er møguleiki fyri tí, eigur vøran tí at verða latin aftur, haðani hon er komin frá, annars eigur hon at verða burturbeind, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder