Uttanlands

Ávara um verkfall í Heathrow floghavnini

Orsakað av ósemju um lønina boða 4000 starvsfólk á størstu floghavnini í Bretlandi frá trimum verkføllum í summar

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-07-13 22:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Túsundatals starvsfólk í Heathrow floghavnini í London ávara um møguligan ferðaruðuleika í sambandi við fleiri verkføll seinni í summar.

Fakfelagið Unite, ið umboðar starvsfólkini í størstu floghavnini í Bretlandi, boðar frá, at fleiri enn 4000 starvsfólk hava atkvøtt fyri at fara í verkfall 26. - 27. juli, 5. - 6. august, og 23. - 24. august.

Hetta fer, sambært fakfelagnum, møguliga at elva til "ein summarferðaruðuleika".

Millum tey, ið ávara um verkfall eru starvsfólkini í kundatænastuni, verkfrøðingar og trygdarstarvsfólk í floghavnini.

Men leiðslan í floghavnini sigur tó, at tey hava eina ætlan klára, sum skal tryggja, at floghavnin verður opin sum vanligt.

- Vit arbeiða saman við samstarvsfeløgum okkara í floghavnini við at minka um ófriðin, sum ferðafólk kunnu verða útsett fyri, sigur Heathrow floghavnin í skrivi.

Sambært fakfelagnum Unite, er orsøkin til verkføllini, at eitt krav hjá starvsfólkunum um eina lønarhækkan á 2,75 prosent yvir 18 mánaðar ikki varð gingið á møti.

Talsfólk hjá Unite sigur, sambært DR, at starvsfólkini eru ill um lønina.

Eisini upplýsir fakfelagið, at ósemjan eisini snýr seg um, at fólk fáa ymiska løn fyri sama arbeiði.

Heathrow hevur heitt á starvsfólkini og fakfelagið um at koma aftur til samráðingarborðið, so ein loysn kann finnast.

Heathrow er tann floghavnin, sum fær flest ferðafólk í Evropa, og um allan heimin er hon á einum sjeynda plássi hesum viðvíkjandi. Í 2018 tók Heathrow ímóti 80,1 mió. ferðafólkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder