Amerikanska Center for Disease Control and Prevention (CDC) heitir nú á borgarar um at steðga við at roykja e-sigarettir, eftir at fimm e-sigarettroykjarar hava latið lív.
Tað skrivar DR.
Samstundis verður hildið eyga við 450 borgarum, sum hava verið innlagdir við álvarsligum andadrátstrupulleikum eftir at hava roykt e-sigarettir.
Hesi 450 fólkini eru úr 33 ymsum statum, og seinastu trý deyðsføllini vóru í Kalifornia, Indiana og Minnesota.
Sambært talsfólki hjá CDC, er talan ikki um eina ávísa vøru, sum hevur elvt til bæði deyðsføllini og andadrátstrupulleikarnar. Nógv av teimum sjúku ella nú deyðu hava tó sagt fyri myndugleikunum, at tey brúka evnið THC, sum eisini finst í kannabis.
Nógvir tannáringar eru millum tey ávirkaðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald