2023-02-06 17:07
Amerikanska sendistovan í Stockholm ávarar nú amerikanarar í Svøríki um møgulig yvirgangsálop.
Orsøkin er koranavbrenningarnar í Evropa.
– Heitt verður á amerikanskar ríkisborgarar um at vera varnir, tá teir fara út á almenn støð, har nógv fólk vanliga savnast, skrivar amerikanska sendistovan í Stockholm á heimasíðu sína.
Heitt verður m.a. amerikanskar ríkisborgarar um at halda seg frá mannamúgvum, halda lágan profil, og at halda eyga við lokalum miðlum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald