Innanlands

Ávaringin um hundasmittu verður tikin aftur

Framvegis ivasamt hvat orsøkin var til serliga hundasmittu í Noregi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-10-16 14:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ávaringin um vandan fyri smittandi sjúku hjá hundum, verður nú tikin av.

Tað var eftir fráboðan um, at fleiri hundar í Noregi brádliga gjørdust álvarsliga sjúkir av ókendari orsøk, at Heilsufrøðiliga starvsstovan herfyri mælti til at taka serlig atlit fyri at fyribyrgja møguligari smittu frá innfluttum hundum.

Lesið: Ansið eftir hundunum hjá tykkum 

Men hetta tilmælið verður nú tikið av aftur.

- Hóast tað ikki er avvíst, at sjúkan smittar frá hundi til hund, kann staðfestast, at um so er, at talan er um smittandi sjúku, skal nógv til, fyri at hundur skal smittast. Ein bakteria, providencia alcalifaciens, er funnin í flestu hundunum, tó ber enn ikki til at siga, hvørt henda bakterian er orsøk til sjúkuna ella tað er sjúkan, sum ger møguleika fyri, at bakterian kann nørast. Undir øllum umstøðum verður roknað við, at sjúkan er er orsakað av fleiri viðurskiftum, sum henda samstundis. Veterinærinstituttet í Noregi ger framvegis kanningar fyri at finna orsøkina til sjúkuna, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðu síni..

Hundaeigarar eiga tó altíð at ansa eftir sínum hundum. Ússaligir hundar eiga ikki at fara til kappingar ella hava samband við aðrar hundar. Eisini eigur skarn altíð at verða tikið upp eftir hundinum. Um hundur gerst álvarliga sjúkur, skal eigarin seta seg í samband við djóralækna.

Tað er altíð ein ávísur vandi fyri sjúkum, tá hundar koma til Føroyar úr útlondum. Í sambandi við innflutning og ferðing skal ein hundur tí lúka ávís krøv til koppsetingar, viðgerðir, kanningar v.m., soleiðis at vandin fyri sjúkum í stóran mun avmarkast.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder