Hvítarussiski andstøðupolitikarin, Svetlana Tikhanovskaja, hevur leitað sær skjól í grannalandinum Litava meðan ófriður herjar í heimlandinum eftir valið um vikuskiftið.
Tað skrivar uttanríkisráðharrin í Litava á Twitter í dag.
- Svetlana Tikhanovskaja er trygg. Hon er í Litava, skrivar Linas Linkevicius uttan at koma við fleiri upplýsingum.
Boðini koma eftir at tað sunnudagin var forsetaval í Hvítarusslandi, sum oftast verður skýrt at vera seinasta veruliga einaræðið, sum er eftir í Evropa.
Aleksandr Lukasjenko, sitandi forseti, var útróptur til sigursharra á valinum, har hann sambært valnevndini fekk yvir 80 prosent av atkvøðunum.
Svetlana Tikhanovskaja størsti avbjóðari hjá Lukasjenko. Sambært myndugleikunum fekk hon 10 prosent av atkvøðunum.
Kortini sýtti hon fyri at góðtaka valúrslitið, og heldur uppá, at hon er tann rættvísi vinnarin av valinum.
Í gjár var hon á vitjan hjá valnevndini í Minsk. Eftir hetta fingu hjálparfólk hennara ikki samband við hana. Men nú frættist, at hon er í Litava.
Litava er limur í bæði ES og Nato og hevur verið skjól hjá fleiri hvítarussiskum andstøðingum.
37 ára gamla Svetlana Tikhanovskaja fór upp í valstríðið, tá maður hennara, bloggarin Sergej Tikhanovskij, sum ætlaði at stilla upp, varð handtikin
Ófriður var nógva staðni í Hvítarusslandi í sambandi við valið sunnudagin, ikki minst í høvuðsstaðnum, Minsk, har eitt av mótmælisfólkunum lat lív. Aftur í gjárkvøldið var ófriður í gøtunum í Minsk, og enn eitt mótmælisfólk doyði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald