Innanlands

Avbjóðingar við vatni og gróti á vegnum

Nógva avfalli týskvøldið gjørdi serliga um seg millum Kalbak og Kalbaksbotn. Ein stórur steinur kom á Oyndarfjarðarvegin, og ein maskina skal til fyri at flyta hann

Veitir og tvørrennir megnaðu ikki at fylgja við í støðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Veitir og tvørrennir megnaðu ikki at fylgja við í støðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-15 09:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið hevur givið nógvar avbjóðingar fyri ferðsluna kring landið higartil í 2025, og aftur í gjárkvøldið noyddist Landsverk at ávara.

Hetta var, tí at sera nógv avfall var, og at veitir og tvørrennir í støðum ikki megnaðu at fylgja. Harvið vaks vatnstøðan á vegnum, eins og man sá ymsastaðni um vikuskifti.

Sí eisini: Kann vera vandamikið á vegunum

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir fyrrapartin, at tað serliga vóru trupulleikar á tveimum strekkjum.

Hetta var millum Stykkið og Leynar umframt millum Kalbak og Kalbaksbotni. Millum Kalbaksbotn var tað serliga galið beint við eina á, og tað bar ikki til at koyra har eina løtu.  

Løgreglan fekk eisini tvær fráboðanar um grót á vegnum. Onnur kom úr Hundsarabotni týskvøldið. Hetta kom sum skilst í rættlag aftur. 

Í nátt kom fráboðan um ein stóran stein á vegnum Uppi á Helvtini á Oyndarfjarðarvegnum. Vaktleiðarin segði fyri løtu síðani, at bilar sleppa framvið, og at ein maskina skal til fyri at flyta steinin.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder