Teir nógv umrøddu dokumentararnir ‘Valdið aftanfyri valdið’, sum Frihedsbrevet hevur framleitt, koma nú til Tórshavn. Tað verður í OY leygardagin 11. mai klokkan 17 við einum forfólkaorðaskifti eftir sýningina.
Frumsýningin av dokumentarunum var í Løkshøll sunnudagin 5. mai, og hon bleiv útseld aftaná stutta tíð, tí valdu fyriskipararnir at hava eina eykasýining fyrr á degnum. Móttøkan hevur sostatt verið sera góð í Runavík, og nú kemur ‘Valdið aftanfyri valdið’ so til Tórshavn.
- Vit fingu beinavegin fyrispurningar, um vit kundu koma til eitt nú Tórshavn og Suðuroy, greiðir Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet, frá.
- Vit hava valt at vísa sendingarnar í Tórshavn í fyrstu atløgu, og hesaferð verður tað við einum forfólkaorðaskifti aftaná filmarnar, sigur hon.
Dokumentararnir, sum eru 45 minuttir langir hvør, verða sýndir út í eitt, og síðan verður forfólkaorðaskifti eftir ein stuttan steðg, “
Tiltakið í OY er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald