Innanlands

Avgerð skal takast um útblaking av limum

Fýra flokslimir vóru herfyri blakaðar úr Sjálvstýri. Á eykalandsfundi í Lamba 6. januar skal endalig avgerð um limirnar takast

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-25 22:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjálvstýri hevur leygardagin 6. januar eykalandsfund í Lamba. Tá skal avgerðin um hjá landsnevndini at blaka fýra menn úr flokkinum, staðfestast ella vrakast.

Hetta veit útvarpið í dag.

Tað eru tríggjar vikur síðani, at Sofus Hansen, Jan Asbjørnsson Joensen, Brandur Øssursson Simonsen og Bjørn á Heygum, vóru koyrdir úr flokkinum. Grundgevingin var, at teir arbeiddu í móti floksleiðsluni í sambandi við undirskriftirnar, sum eru savnaðar inn soleiðis at flokkurin kann stilla upp aftur.

Landsnevndin strikaði limirnar, og eykalandsfundurin skal nú góðkenna ella vraka tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder