Innanlands

Avgjørt at selja Magn

Partaeigararnir í Skeljungi hava samtykt at selja føroyska orkufelagið. Føroyskir keyparar ætla at yvirtaka

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-08 07:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Íslendski eigarin av orkufelagnum Magn, Skeljungur, fer at selja føroyska dótturfelagið.

Tað samtyktu partaeigararnir í Skjeljungi í gjár, veit útvarpið í morgun.

Tað er smápartafelagið Orkufelagið við Ben Arabo, Teitur Nolsøe Poulsen og Tommy Næs Djurhuus, sum ætlar at keypa Magn.

Keypsprísurin er 606 milliónir danskar krónur, men við í prísinum er yvirtikin skuld og onnur fíggjarlig viðurskifti. Partabrøvini verða keypt fyri 493 milliónir krónur í okkara peningi.

Miðað verður eftir at keypsavtalan verður klár í november, sigur útvarpið.

Tað hevur gingið væl hjá Magn seinastu nógvu árini. Sambært Vinnuvitan.biz hevur Magn P/F seinastu fimm árini havt samanlagt góðar 150 milliónir í avlopi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder