Uttanlands

Avhoppaður russiskur tyrluskipari funnin skotin

Maksim Kuzminov varð í farnu viku funnin skotin í einum bilhúsi nærhendis Alicante í Spania

Tyrluflogskiparin Maksim Kuzminov flýddi til Ukraina í august í fjør (Mynd: EPA)

Tyrluflogskiparin Maksim Kuzminov flýddi til Ukraina í august í fjør (Mynd: EPA)

2024-02-20 08:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski tyrluskiparin Maksim Kuzminov, sum í august í fjør flýddi til Ukraina, er nú funnin deyður í Spania. Síðan hann flýddi, hevur hann verið hóttur eftir lívinum av russisku fregnartænastuni.

Maksim Kuzminov varð funnin í farnu viku, skotin við fleiri skotum í einum bilhúsi í Spania. Tað upplýsir Reuters tíðindastovan við bæði ukrainskum og sponskum miðlum sum keldum.

Sambært sponsku tíðindastovuni EFE, var líkið funnið 13. februar í býnum Villa Joiosa, skamt uttan fyri Alicanti har suðuri í Spania. Og í gjár varð tað so váttað, at talan var um Kuzminov, sum seinastu mánaðirnar hevur búð í Spania undir øðrum navni og við ukrainskum passi.

Spanski miðilin La Information, sum fyrst skrivaði um drápið, skrivar, at løgreglan leitar eftir tveimum monnum, sum eru undir illgruna fyri brotsverkið. Teir flýggjaðu frá staðnum í einum bili, sum seinni varð funnin brendur á einum garði nærhendis.

Flýddi undir flogtænastu

Tá Kuzminov rýmdi 9. august í fjør, hendi tað undir rættiliga dramatiskum umstøðum. Flýggjanin var fyrireikað við hjálp frá hernaðarligu ukreinsku fregnartænastuni, GUR. Frammanundan var familjan hjá Kuzminov farin til Ukraina.

Hann var á flogi millum tvær russiskar floghavnir við eykalutum til russisk stríðsflogfør, tá hann skifti kós og fleyg yvir markið til Ukraina og lendi sína Mi-8-hertyrlu nærhendis Poltava har GUR og ukreinskir hermenn tóku ímóti honum.

Umborð á tyrluni vóru tveir aðrir russiskir hermenn, sum einki kendu til ætlanirnar hjá Kuzminov um at flýggja. Teir royndu at sleppa sær til rýmingar, men vórðu dripnir av ukrainskum herfólkum.

Propaganda-sigur

Kuzminov var brúktur sum ein sigur fyri ukrainsku propaganduna. Hann var við á tíðindafundum og í einum filmi, har hann greiddi frá, at hann ikki vildi vera við í russiska álopinum á Ukraina.

Hann lýsti kríggið sum fólkamorð móti ukrainska fólkinum og segði, at hann ikki var sinnaður at luttaka í russisku brotsgerðunum. Hann heitti eisini á onnur russisk herfólk um at flýggja.

GUR hevði frammanundan lovað Kuzminov trygd, og gav honum nýggj samleikapappír. Hann fekk eisini eina samsýning, svarandi til næstan eina hálva millión evrur.

Í oktober visti Newsweek at siga, at russiska fregnartænastan hevði sent út boð um at fáa Kuzminov ‘elimineraðan’, skrivar finska kringvarpið Yle við m.a. Reuters, The Kyiv Independent, Helsingin Sanomat og Expressen sum keldum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder