Innanlands

Ávirkað við øðrum enn rúsdrekka

Løgreglan hevur gjøgnumført fleiri málrættað átøk móti rúsevnum og koyring

2024-04-01 10:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilførari í Norðoyggjum varð í gjárkvøldið støðgaður, tí illgruni var um, at viðkomandi koyrdu ávirkaður av onkrum øðrum enn rúsdrekka.

Blóðroynd varð tikin av bilføraranum, sum síðan skal vísa, hvat evni talan var um.

Løgreglan hevur um páskahátíðina gjørt 17 málrættað átøk runt um í landinum, har serliga varð farið eftir ávirkaðum bilførarum.

Átøkini førdu til fimm mál um fólk, sum vóru ávirkað av øðrum enn rúsdrekka. Ein bilførari er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder