Innanlands

Ávísir samkyndir og tvíkyndir menn kunnu skjótt eisini lata blóð í Føroyum

LGBT fegnast um hetta, men undrast eisini á at karantenutíðin verður longri, enn hon er í til dømis Danmark

Um ein maður hevur havt kynsligt samband við annan mann, skal hann bíða í eitt hálvt ár, áðrenn hann skal geva blóð (Mynd: LGBT Føroyar)

Um ein maður hevur havt kynsligt samband við annan mann, skal hann bíða í eitt hálvt ár, áðrenn hann skal geva blóð (Mynd: LGBT Føroyar)

2020-01-24 10:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Orsaka av AIDS-kreppuni í áttati- og nítiárunum fingu samkyndir menn forboð fyri at lata blóð. Tað var ein ótti, tað var óvissa knýtt at hesum, og tað var truplari at kanna blóð, í mun til hvat tað er nú.

Frá 1. mars kunnu ávísir samkyndur og tvíkyndur menn geva blóð í Føroyum. LGTB skrivar, at hetta eitt stig á rættari leið, men undrast á, at karantenutíðin er eitt hálvt ár.

Broytingin í Føroyum er galdandi fyri menn, sum ikki hava hvat kynsligt samband við aðrar menn síðstu seks mánaðirnar. Í Danmark er hendan "karantenutíðin" fýra mánaðir. 

- LGBT Føroya tekur undir við, at trygdin altíð skal vera í hásæti, tá ið talan er um blóðgeving og heilsuverkið, men undrast samstundis á, at størri munur verður gjørdur á fólki bygt á kynsliga sannføring í Føroyum í mun til Danmark, tá talan er um nýggju karatenutíðina. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder