Innanlands

Avkastið er merkt av høgari inflasjón, hægri rentum og innrásini í Ukraina

Innrásin í Ukraina hevur ávirkað avkastið negativt, men eisini høga inflasjónin, sum viðførir hægri rentur, hevur gjørt, at avkastið higartil í ár er negativt fyri flestu íløgubólkar

(Mynd: Lív)

(Mynd: Lív)

2022-03-04 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Høga inflasjónin hevur verið avbjóðandi í 2022. Fíggjarmarknaðurin væntar hægri rentur, og tað hevur við sær, at bæði parta- og lánsbrævakursir eru lækkaðir, og tað ávirkar avkastið negativt.

Russiska innrásin í Ukraina seinastu vikuna ger, at ótryggleikin á fíggjarmarknaðinum hækkar, og tað er negativt fyri marknaðin. Enn er ov tíðliga at meta um búskaparligu avleiðingarnar, men so hvørt sum politisku revsitiltøkini verða herd, so kann roknast við, at tað ávirkar búskapin negativt.

Pensjónsuppsparingin verður støðlað sum ein langtíðaríløga. Tá talan er um eina langtíðaríløgu, so kann væntast, at tað verða ávís tíðarskeið, har avkastið verður negativt. Seinastu árini hevur fíggjarmarknaðurin verið gjøgnum eina KT bløðru, fíggjar- og koronukreppu. Hóast avkastið var negativt hesi tíðarskeiðini, so er marknaðurin hækkaður aftur.

Í sambandi við vanlukkuligu støðuna hjá ukrainska fólkinum og at revsitiltøk eru sett í verk, so hevur LÍV tikið avgerð um at selja tær íløgur, sum samtakið hevur gjørt í russisk virðisbrøv, í tann mun tað er møguligt. Íløgurnar hjá LÍV í russisk virðisbrøv svara til umleið 0,3% av samlaðu íløguognunum hjá LÍV samtakinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder