Innanlands

Avlop á handilsjavnanum sætta árið á rað

Alt bendir á, at tað eisini í 2019 hava vit útflutt vørur fyri munandi meira enn vit hava innflutt vørur fyri

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2020-01-20 15:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seks tey seinastu árini hava vit í Føroyum havt yvirskot á handilsjavnanum. Tað vil siga, at vit hava útflutt vørur fyri meira enn vit hava innflutt fyri.

Árið 2019 er ikki liðugt uppgjørt enn, men Hagstovan hevur í dag kunngjørt inn- og útflutningshagtølini pr. 1. desember.

Tey vísa, at í 12 mánaða skeiðinum desember 2018 til november 2019 útfluttu vit vørur fyri 9,43 milliardir krónur og fluttu inn vørur fyri 8,04 milliardir. Sostatt er avlopið á handilsjavnanum 1,39 milliardir krónur.

Í innflutningi er talan um ein vøkstur á 4 prosent, meðan talan er um ein vøkstur á heili 19 prosent í útflutninginum.

Rættiliga fittur vøkstur hevur verið á øllum teimum stóru útflutningsvørunum. Toskaútflutningurin í 2018/19 var 271 milliónir krónur hægri enn 12 mánaðaskeiðið frammanundan. Tað er ein vøkstur á 32 prosent í virði. Størsti útflutningsvøksturin er tó á sild við 62 prosentum, makreli við 45 prosentum og hýsu við 33 prosentum.

Í virði er tað tó alivinnan og laksurin, sum skaffar okkum flest eksportkrónur til handilsjavnan. Frá 1. desember 2018 til 30 november 2019 útfluttu alifyritøkurnar laks fyri beint oman fyri 4 milliardir krónur, og tað var 733 milliónir krónur meira enn 12 mánaða skeiðið frammanundan.

Tá hugt verður eftir innflutninginum, so brúktu vit 1,67 milliardir krónur til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, svarandi til 20,8 prosent av samlaða innflutninginum.

Tølini fyri 2019 fram til 1. november vísa, at handilsjavnin helst eisini fer at vísa eitt munandi avlop, tá árið er av.

Higartil størsta avlopið var í 2017, tá vit útfluttu fyri 1,52 milliardir meira enn vit innfluttu fyri. Í 2018 var avlopið lágt, 280 milliónir, men tað hevur annars verið eitt avlop hvørt ár síðan 2014.

Í 2013 var talan um eitt lítið hall á handilsjavnanum, 170 milliónir krónur, meðan árið 2012 var árið við nógv størsta hallinum í handilsjavnanum hetta seinasta tíggjuáraskeiðið. Tá innfluttu vit fyri 1,16 milliardir krónur meira enn vit útfluttu fyri, sambært tølunum hjá Hagstovuni.

Keyp og søla av skipum og flogførum eru við í hesum tølunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder