
- 2024 var merkt av øktari geopolitiskari óvissu, minkandi inflatión og lækkandi rentum. Fyri Føroya Banka-samtakið var árið eisini merkt av góðum úrslitum, ið stava frá útlánsvøkstri, góðum virðisbrævaavkasti og øktum virksemi á íløguøkinum. Kundarnir hava av álvara tikið av møguleikanum fyri at fáa góða rentu á samansparingarkontum, og hetta sæst aftur í innlánsvøkstrinum, ið er 15% samanborin við 2023. Bæði húsarhald og fyritøkur eru sum heild væl fyri, og sunna fíggjarstøðan sæst aftur í okkara roknskapi fyri 2024, har lutfalsliga fá fíggjarlig tap vórðu staðfest. Hóast útlitini fyri 2025 eru góð, merkir lækkandi rentustøðið, at ársúrslitið væntandi verður lægri enn í 2024,
Soleiðis tekur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, samanum, í sambandi við, at ársroknskapurin hjá Føroya Banka verður kunngjørdur.
Talan var um eitt 2024, ið sum heild hilnaðist væl hjá bankanum, sum í fjør fór yvir aftur til navnið Føroya Banki.
Samanlagt var avlopið, eftir skatt, 310 milliónir krónur. Hetta eru tvær milliónir hægri enn í 2023.
Rakstraravlopið fyri niðurskrivingar var nakað lægri (245 milliónir krónur samanborið við 269 milliónir krónur í 2023). Bæði útlánini og innlánini hækkaðu - serliga innláinini sum fóru úr 8,7 milliardum krónum í 2023 til 10 milliardir.
Lækkandi rentur og talgild menning
Seinastu árini hava verið merkt av rentuhækkingum, men seinastu mánaðirnar er rentan lækkað í fleiri umførum, so hvørt sum inflatiónin er minkað. Hetta ávirkar kundar, ið hava lán til bústaðin, á ymiskan hátt.
- Meðan realkredittlán við skiftandi rentu fylgir marknaðinum neyvt, verður rentan á bankaláni við skiftandi rentu ásett av einstøku bankunum og er tengd at tjóðbankarentuni og handilsligum atlitum hjá bankunum. Tá ið rentustøðið er lækkandi, fæst bíligasta rentan aloftast við at velja realkredittlán við skiftandi rentu. Hetta er vanliga bíligasta bústaðarlánið, og tað er eisini galdandi í løtuni. Tó so hækkar rentan á hesum lánum eisini skjótari enn bankalán, tá ið rentustøðið er hækkandi.
Tíðliga í fjør valdi Føroya at gera netbankan ókeypis fyri allar privatkundar. Meira enn 80% av øllum innritanum í netbankan eru frá snildfonini, og bankin leggur seg eftir støðugt at menna sínar talgildu loysnir fyri at gera tað so lætt sum gjørligt hjá kundunum. Tí var tað ein varði á talgildu leiðini hjá bankanum, tá ið tað í desember varð møguligt hjá kundum at stovna egnar samansparingarkontur beinleiðis í netbankanum. Fleiri hundrað kontur eru longu stovnaðar við nýggju funkuni, og ætlanin er at menna enn fleiri funkur, ið fara at betra um kundaupplivingina á talgildu pallunum.
5.500 føroyingar fáa ágóðan av úrslitinum
Umleið 5.500 føroyingar eiga til samans 55 prosent av partapeninginum í Føroya Banka - harav eigur landið 35 prosent - og hesir fáa ágóðan av góðu gongdini hjá samtakinum.
Á aðalfundinum tann 27. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarunum samanlagt 350 milliónir krónur - 36,46 krónur fyri hvørt partabrævið. Av hesum stava 217 mió. krónur ( 70 prosent) frá ársúrslitinum, meðan 133 millónir krónur verða goldnar út fyri at røkka kapitalmálinum hjá samtakinum.
- Eftir útlutanina av vinningsbýtinum er Føroya Banki framvegis ein sera væl bjálvaður peningastovnur, ið lýkur øll ásett krøv til kapital, solvens og bjálving, og sum harumframt hevur neyðuga kapitalin til at fíggja ætlaða framtíðarvøksturin hjá samtakinum.
Leiðslan væntar annars, at nettoúrslitið fyri 2025 verður nakað lægri: Millum 210 og 240 mió. kr.
------------------------------------------------------------------
Ársroknskapurin 2024 hjá Føroya Banka í stuttum
- Úrslitið eftir skatt gjørdist 310 mió. kr. samanborið við 308 mió. kr. í 2023
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 245 mió. kr. samanborið við 269 mió. kr. í 2023
- Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 1 mió. kr. samanborið við 10 mió. kr. í 2023
- Útlánini hækkaðu úr 8,9 mia. kr. í 2023 til 9,1 mia. kr.
- Realkredittlánini hækkaðu úr 2,6 mia. kr. í 2023 til 2,7 mia. kr.
- Innlánini hækkaðu úr 8,7 mia. kr. í 2023 til 10 mia. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald