Innanlands

Avloysarin hjá avloysaraskipinum nú eisini tikin úr sigling

Hasfjord fekk maskintrupulleikar á Nólsoyarfirði seinnapartin

Hasfjord (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hasfjord (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-12 16:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur illa hjá Strandferðsluni at fáa regluliga sigling á nólsoyarleiðina. Hasfjord fekk seinnapartin maskintrupulleikar í Nólsoyarfirði, og mátti sleipast til Havnar. Tað hevur við sær, at eingin sigling er á leiðini í løtuni.

Jósup hevur røkt leiðina síðstu vikurnar, men mánadagin byrjaði nýggja avloysaraskipið Erla Kongsdóttir á nógv umrøddu nólsoyarleiðini, men fyrrapartin í gjár, tá tvíkiljan var á veg til Havnar fóru tveir rútar umborð í smildur.

Erla Kongsdóttir varð tí tikin úr sigling, og farmaskipið Hasfjord varð sett inn á leiðina fyribils. Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni sigur við útvarpið, at trupulleikin er ein slanga til ein hjálpimotor, sum brast undir sigling.

Pressarin sleipaði Hasfjord aftur til Havnar.

Fyribils er eingin sigling á leið 90, sum er leiðin millum høvuðsstaðin og Nólsoy, sigur Strandferðslan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder