
Gamlaárskvøld er vanligt merkt av ymsum hugnaligum tiltøkum kring landið, ið savna nógv fólk. Men 2020 er øðrvísi, og gamlaárskvøld verður ávirkað av koronastøðuni.
Á Tvøroyri var ætlanin at hava felags morgunmat á Seglloftinum, kyndlagongu úr Oldurdalinum og nýggjársbál um midnáttarleitið. Tað er nú alt avlýst. Hesum boða fyrireikararnir av nýggjárshaldinum á Tvøroyri frá.
Á heimsíðuni hjá Tvøroyrar kommunu stendur soleiðis:
- Fyrireikararnir hava tikið hesi stig fyri at fylgja tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum, nú covid-19 farsóttin aftur ger um seg og vóna verður, at fólk fylgja tilmælunum um frástøðu.
Fýrverksshowið verður sum ætlað skotið í gongd kl. 24:00 á Drelnesi.
Tað verður líknandi á Toftum. Nes kommuna boðar á heimasíðu sínari frá, at einki nýggjárshald verður, men tó verður felags fýrverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald