Innanlands

Avlýsingar á suðuroyarleiðini

Fyri veður verða túrarnir klokkan 8.45 og klokkan 11.30 ikki sigldir í dag

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-09 07:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri veður verða fleiri túrar hjá Smyrli í dag avlýstir, boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.

Siglt var av Krambatanga í morgun klokkan seks, og siglt verður ikki av Havnini aftur fyrr enn klokkan 16. Túrarnir av Havnini klokkan 8.45 og av Krambatanga klokkan 11.30 verða ikki sigldir.

Um kvøldið siglir Smyril av Krambatanga klokkan 18.45 og av Havnini klokkan 21.15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder