Innanlands

Avlýsingar á Suðuroyarleiðini mánamorgunin

Túrarnir hjá Smyrli kl. seks og 8.45 verða ikki sigldir – orsøkin er veðrið, sum eisini væntast at órógva aðrar leiðir hjá Strandferðsluni í morgin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-09 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Túrarnir hjá Smyrli í morginárini klokkan seks og 8.45 av ávikavíst Krambatanga og Havnini, verða ikki sigldir.

Orsøkin er vánaliga veðurforsøgnin fyri fyrrapartin av mánadegnum, boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.

Fyrsti túrur av Krambatanga verður klokkan 11.30, og síðani verður siglt sambært ferðaætlan restina av degnum.

Strandferðslan boðar eisini frá, at avlýsingar og broytingar kunnu væntast á øðrum leiðum í morgin orsakað av veðrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder